Innanlands

Mjørkin argar flogferðsluna

Flogfør hjá Atlantic Airways eru seinkað, meðan SAS hevur avlýst

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2018-07-09 13:40 Author image
Ari av Rana
placeholder

Mjørkin liggur yvir flogvøllin í Vágunum í dag, og hetta merkir, at nakrar seinkingar og avlýsingar eru í flogferðsluni.

SAS hevur avlýst seinnu flogferðina millum Keypmannahavn og Føroyar, har tað flogfarið skuldi seta seg kl. 13:35 og flúgva til Keypmannahavnar kl. 14:15.

Atlantic Airways hevur eisini havt trupulleikar, har flogfar úr Bergen varð seinkað.

- Her er mjørki. Bergen flogfarið hevur flogið yvir Føroyar í rúma tíð, og nú akkurát nú eydnaðist tí at seta seg. Tað skuldi seta seg klokkan 12.10, men setti seg nú klokkan 13.23, verður sagt av flogvøllinum.

Flogfarið úr Bergen skal víðari til Edinburgh, og eftir ætlan skuldi tað flúgva klokkan 12.50. Nýggja fráferðin er sett til klokkan 14.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder