Uttanlands

Møguleiki fyri søguligum valúrsliti í Hetlandi

Liberali flokkurin hevur vunnið øll valini hesi seinastu nógvu árini – hesaferð verður mett, at skotski loysingarflokkurin, SNP, hevur ein møguleika fyri at koppa teimum liberalu

Høvuðsvalevnini í valinum í Hetlandi í dag. Hannah Mary Goodlad, til vinstru, og Emma MacDonald til høgru (Mynd: ShetNews)

Høvuðsvalevnini í valinum í Hetlandi í dag. Hannah Mary Goodlad, til vinstru, og Emma MacDonald til høgru (Mynd: ShetNews)

2026-05-07 11:47 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað er rættiliga stórur spenningur í Hetlandi til skotska tjóðartingsvalið í dag. Tí møguleikin fyri einum politiskum skifti er ikki heilt óhugsandi.

Tað heldur Hans J. Marter, sum er stjóri á hetlendska miðlinum ShetNews

Hetlendingar velja ein lim í skotska tjóðartingið í Edinburgh, Holyrood, sum hevur 129 sessir. Í Bretlandi er valskipanin soleiðis, at landið er skipað í smá valdømi, sum hvørt velur eitt umboð. Tá val er til skotska tjóðartingið velur Hetland eitt umboð og Orknoyar eitt. Tá tey velja til bretska undirhúsið í London, so eru norðastu oyggjarnar felags um at velja eitt umboð.

Í Hetlandi og Orknoyggjum hava tey verið rættiliga trúgv politiskt, og hava á hvørjum vali nógv tey seinastu nógvu árini valt umboðið úr liberala flokkinum (Scottish Liberal Democrats) at umboða seg.

Síðan skotska tjóðartingið varð skipað í 1999 hevur liberala valevnið sitið trygt í sessinum á øllum valunum – bæði í Hetlandi og Orknoyggjum.

Á valinum fyri fýra árum síðan var kappingin við skotska tjóðskaparflokkin SNP tó rættiliga hørð, og liberala valevnið vann, men ikki so greitt sum valúrslitini søguliga hava verið. Tey liberalu fingu 48,6 prosent av atkvøðunum og SNP 41,9.

Hesaferð er spenningurin uppaftur størri. Beatrice Wishart, ið varð vald fyri tey liberalu, stillar ikki uppaftur.

Tað eru tí tvey nýggj valevni fyri báðar flokkarnar, sum bjóða seg fram hesaferð. Emma MacDonald fyri tey liberalu og Hannah Mary Goodlad fyri SNP.

Og blaðstjórin á ShetNews metir, at tað ikki er ómøguligt, at tað fer at eydnast Hannah Mary Goodlad at koppa teimum liberalu hesaferð.

Hann hevur ikki tøl at byggja hetta á, tí veljarakanningar eru ikki gjørdar í Hetlandi. Hans Marter byggir tí hetta á egnar metingar og tað sum hann hevur hoyrt frá øðrum, eitt nú starvsfeløgum á hinum miðlunum.

- Kenslan her í lokalsamfelagnum er tann, at tað verður eitt ógvuliga tætt stríð millum MacDonald og Goodlad. Og endaliga avgerðin ávirkar allarhelst av hvussu nógv geva teirra fyrstu atkvøðu til valevnið hjá teimum grønu ella Reform UK, greiðir Hans Marter frá.

Í Skotlandi er tað soleiðis, at veljararnir hava tvær atkvøður. Fyrra atkvøðan er galdandi fyri hvør verður valdur í valdøminum, meðan hin seinna, sum kann vera fyri einum øðrum flokki verður brúkt í eini útjavningarskipan, sum er galdandi fyri landslutin – í hesum føri landslutinum ‘Highlands and Islands’, sum norðastu oyggjarnar hoyra undir.

Hans Marter sigur, at óvísindaligar kanningar millum journalistarnar í Hetlandi siga, at tað so at siga er javnleikur millum tey, sum halda at Emma MacDonald vinnur og tey, sum halda, at Hannah Mary Goodlad vinnur.

[object Object]
Skotski stjórnarleiðarin og formaður í SNP, John Swinney hevur verið minst tríggjar ferðir í Hetlandi undir valstríðnum fyri at stuðla Hannah Mary Goodlad

Um SNP vinnur valið, so er talan um eitt søguligt skifti í Hetlandi, og eisini um ein týðandi sigur fyri skotska loysingarflokkin. Onki er at ivast í, at SNP satsar upp á at vinna í Hetlandi hesaferð. Fyrstiráðharrin og floksformaðurin, John Swinney hevur vitjað í Hetlandi ikki minni enn tríggjar ferðir, meðan valstríðið hevur leikað á hetta seinasta árið.

Hannah Mary Goodlad hevur eisini brúkt Føroyar sum fyrimynd í fleiri førum í sínum valstríð. Hon vitjaði í Føroyum í vetur saman við pápa sínum, John Goodlad, ið er Føroyavinur, og hevur skrivað fleiri bøkur um fiskiskap og søguligt samstarv millum føroyingar og hetlandingar á fiskivinnuøkinum.

Úrslitið av valinum í Hetlandi verður væntandi greitt einaferð seinnapartin í morgin. Uppteljingin byrjar ikki fyrr enn klokkan 9 í morginárið.

Átta valevni stilla upp til valið í Hetlandi. Tey eru:

Emma MacDonald, Liberal Democrats
Hannah Mary Goodlad, SNP
John Erskine, Labour
Vic Currie, Reform UK
Alex Armitage, Greens
Douglas Barnett, Conservatives
Brian Nugent, Sovereignty/Alliance to Liberate Scotland
Peter Tait, uttanflokka/’independent’

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder