Stóri eftirspurningurin eftir bústøðum hevur havt hækkandi húsaprísir við sær seinastu árini. Meðan høga príslegan ger tað trupult hjá nógvum at fáa ráð til egnan bústað, mugu tey, ið megna at seta fót undir egið borð, ofta taka sera stór lán til at fíggja bústaðin. Í dag er rentan lág, men um hon brádliga hækkar, kann tað gerast dýrt hjá teimum, sum hava bústaðarlán við skiftandi rentu. Tí kann tað vera skynsamt at velja realkredittlán við fastari rentu, meðan rentustøðið framvegis er lágt.
Lítlan áhuga, men stóran týdning
Bústaðarlánið er aloftast tann størsta mánaðarliga útreiðslan hjá teimum, sum hava tikið lán til hús ella íbúð. Eitt bústaðarlán hevur vanliga eina afturgjaldstíð upp á 20-30 ár og hevur harvið stóra ávirkan á fíggjarstøðuna og gerandisdagin hjá vanliga føroyinginum. Tá ið lánsskjølini eru undirskrivað og alt tað formliga við bankan avgreitt, eru tað kortini nógv, ið gloyma alt um, hvat slag av láni tey hava, og um rentan er føst ella skiftandi.
Árni Ellefsen, forstjóri í BankNordik, er av teirri áskoðan, at vit í Føroyum eru ov lítið tilvitað um okkara bústaðarlán. Hann vísir á, at hetta er ein vansi fyri tann einstaka føroyingin, sum ofta ikki hevur innlit í, hvussu t.d. ein møgulig rentuhækking kann fara at ávirka fíggjarviðurskiftini og harvið eisini gerandisdagin. Hóast rentan hevur verið lág í rúma tíð, er tað als ikki óhugsandi, at hon sum frá líður fer at hækka. Vit skulu ikki skrúva tíðina so nógv ár aftur fyri at finna eina støðu, har renturnar vóru væl hægri.
Stór skuld og skiftandi renta ein vandamikil blanding
Í Føroyum hava vit í stóran mun bústaðarlán við skiftandi rentu, meðan lán við fastari rentu eru vanligari í londunum rundanum okkum. Hetta er eingin trupulleiki, meðan rentan enn er lág, men um rentan hækkar, eru føroysku húskini nógv meira viðbrekin enn í grannalondunum. “Í løtuni er rentan søguliga lág, og tí er tað lutfalsliga bíligt at hava bústaðarlán við skiftandi rentu. Í BankNordik lækkaðu vit enntá renturnar fyri kortum, og tað er sjálvandi til fyrimuns fyri viðskiftafólkini. Vit vita tó, at umstøður uttanífrá kunnu hava við sær, at rentan broytist. Tað hava vit jú sæð áður,” sigur Árni Ellefsen.
Hóast alsamt fleiri viðskiftafólk í BankNordik hava valt realkredittlán við fastari rentu seinnu árini, er gongdin tann øvugta, um hugt verður at tølunum fyri føroyska marknaðinum sum heild. Hetta heldur Árni Ellefsen vera bæði undrunarvert og ørkymlandi, tá ið havt verður í huga, at tað í løtuni ber til at tryggja sær realkredittlán við fastari og lágari lánsrentu tey næstu 20 árini. Høgu húsaprísirnir í hesum døgum gera gongdina uppaftur álvarsamari.
“Økti eftirspurningurin eftir bústøðum trýstir prísirnar upp, og nógv keypa sær tí sera dýr hús og taka stór lán. Um rentan hækkar, kunnu vit vænta, at prísirnir á bústøðum fara at lækka. Um fólk tá verða noydd at selja bústaðin fyri eina lægri upphædd, enn tey keyptu hann fyri, er tað eyðsæð, at tað kann gerast trupult. Ein møgulig rentuhækking kann tí í ringasta føri gerast ein smeitur fyri pengapungin hjá føroyskum familjum, sum hava stóra skuld og lán við skiftandi rentu,” sigur Árni Ellefsen.
Føst renta ein bílig trygging
Eitt realkredittlán við fastari rentu er tað sama sum ein bílig trygging móti framtíðar rentuhækking. Tú veitst, júst hvat tú skal gjalda hvønn mánað, inntil lánið er goldið út. Tað ber eisini til at hava ein part av bústaðarláninum við fastari rentu og ein part við skiftandi rentu. Árni Ellefsen leggur dent á, at tað tó ikki er vist, at eitt realkredittlán við fastari rentu er besta loysnin fyri øll. “Hevur tú eitt lítið bústaðarlán við skiftandi rentu, og stórt fíggjarligt rásarúm, kann skiftandi renta vera ein góð loysn, av tí at ein møgulig rentuhækking ikki gerst dýrari í krónum og oyrum, enn tú klárar at gjalda. Hevur tú hinvegin stóra skuld, so fær ein rentuhækking knappliga stóra ávirkan á tín gerandisdag, um tú brádliga skalt gjalda nógv meira til lánið hvønn mánað, enn tú plagar. Tá kann tað vera dropin, ið fær bikarið at flóta yvir, og sum ger, at gerandisdagurin gerst fíggjarliga sperdur.”
Mælir til at endurskoða lánið
“Vit fara til tannlæknan við tonnunum og til sýn við bilinum, men tað, sum hevur størsta ávirkan á okkara samlaðu peningaligu støðu, gera vit nærum einki við. Øll, sum hava lán, eiga tí – fyri sína egnu skuld – javnan at kanna, um tey hava rætta lánið,“ sigur Árni Ellefsen. Av tí at rentan í løtuni er so lág, er tað eftir hansara tykki vanligt vit og skil í hesum døgum at taka støðu til, hvussu lánsviðurskiftini síggja út, og um rentan skal læsast við einum realkredittláni. Hann mælir tí øllum føroyingum, sum hava lán í bústaðnum, til at tosa við peningastovnin fyri at kanna, hvussu ein møgulig rentuhækking kann fara at ávirka, og um lánið eigur at verða endurskoðað.
- BankNordik
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald