Enn eru samgongusamráðingarnar í Grønlandi ikki rættiliga byrjaðar eftir valið til Inatsisartut týsdagin.
Men tað verða helst flokkarnir Inuit Ataqatigiit og Naleraq, sum fyrst sessast til realitetssamráðingar.
Tí júst teir báðir flokkarnir megna at savna meiriluta í tinginum, men smalast møguligan meiriluta.
Naleraq, sum er flokkurin hjá Hans Enoksen, fekk 12 prosent av atkvøðunum og fýra tingsessir. IA fekk 12 tingsessir, so tilsamans hava hesir báðir flokkarnir 16 og harvið tepran meiriluta á tingi.
- Júst nú eru ongar samráðingar, men vit eru farin at tingast innanflokka um, hvussu vit skulu takla støðuna, segði Hans Enoksen við KNR í gjárkvøldið.
Einasta almenna kravið frá Naleraq er, at samráðingarnar skulu vera ‘reiðiligar’, sigur Hans Enoksen.
Hann ynskir ikki at koma nærri inn á hvørji krøv flokkurin kemur við.
- Vit skulu fyrst kalla floksleiðsluna til fundar, so vit hava eitt støði at samráðast útfrá, tá vit verða kallað til fundar. Tað er av týdningi, at vit arbeiða út frá teimum avgerðum, sum floksleiðslan tekur, sigur Hans Enoksen.
Múte B. Egede, formaður í IA. Helst komandi stjórnarleiðarin í Grønlandi (Mynd: EPA)
Eitt mál eru Naleraq og Inuit Ataqatigiit í hvussu so er samd um, skrivar KNR. Tað er eitt nei til námsæltlanina við Kuannersuit í Suðurgrønlandi.
Tað metir Rasmus Leander, sum er samfelagsgranskari á lærda háskúlanum í Nuuk, Ilisimatusarfik.
- Kvanefjallið hevur fylt nógv í valstríðnum. Her hevði IA eina greiða áskoðan. Umframt at vinna landstingsvalið, eydnaðist tað eisini flokkinum at vinna kommunuvalið í Suðurgrønlandi. Hetta vísir, hvussu stóran týdning málið um Kvanefjallið hevur, sigur granskarin.
Naleraq triðstørstur
Sambært honum eru fleiri møguleikar fyri skipan av landsstýri, men tað mest sannlíka í løtuni er, at IA fer saman við júst Naleraq.
Naleraq gjørdist triðstørsti flokkur í Inatsisartut eftir IA og Siumut.
Um tað eydnast IA at skipa landsstýri, er tað bert aðru ferð síðan sjálvstýrið í 1979, at Siumut ikki stendur á odda fyri grønlendska landsstýrinum, Naalakkersuisut. Fyrru ferð var frá 2009 til 2013, tá Kuupik Kleist, táverandi formaður í IA, var landsstýrisformaður.
Áðurnevndi Hans Enoksen, leiðari fyri Naleraq, var landsstýrisformaður í árunum frá 2002 til 2009. Hann var tá formaður í Siumut. Seinni gjørdist hann ósamdur við flokkin, og skipaði nýggjan flokk, Naleraq.
Serligt við Hans Enoksen er, at hann er einmálsligur – hann tosar bert grønlendskt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald