2019-05-30 20:41
Í vikuni vórðu teir 25 finalistarnir í ársins “Miss Universe Denmark” avdúkaðir, og millum teirra er Monika Midjord Nolsøe úr Vági.
Monika er 20 ár, og gongur á handilsskúla, og skal royna seg tann 7. juni royna seg í kappingini. Vinnarin av Miss Universe Danmark sleppur at royna seg í altjóða Miss Universe kappingini.
(Mynd: Miss Universe Danmark)
Hetta er ikki fyrstu ferð, at Monika Midjord Nolsøe luttekur í vakurleika kapping. Í 2017 luttók hon í Miss Føroyar til Burn Showdown tiltakið.
Astrið Foldarskarð luttók í kappingini í 2017, og endaði millum 15 tær fremstu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald