
Í dag hevur mótmælistiltak verið uttanfyri amerikonsku sendistovuni í Keypmannahavn.
Undir slagorðum sum "Grønlandingar eiga Grønland" mótmældu fleiri hundrað fólk uttanfyri sendistovuni á Østerbro í danska høvuðsstaðnum.
Orsøkin til mótmælið er amerikanski forsetin, Donald Trump, sum fleiri ferðir seinastu tíðina hevur endurtikið, at USA vil hava ræði á Grønlandi, og tað er eitt óhóskandi trýst at leggja á bæði Grønland og Danmark, heldur Karen Littauer, ein av fyriskiparunum.
Trump roynir at koma ímillum Danmark og Grønland, men hesum eiga tey ikki at lata seg lumpa av, sigur hon sambært Ritzau.
– Tað haldi eg, vit hava prógvað við mótmælinum í dag, har bæði danir og grønlendingar luttóku lið um lið og sendu eitt greitt signal um, at vit standa saman, sigur hon
- Det synes jeg, vi har vist med demonstrationen i dag, hvor både danskere og grønlændere har deltaget side om side og sendt et klart signal om, at vi står sammen, siger Karen Littauer.
Løgreglan í Keypmannahavn upplýsir, at mótmælið gekk friðarliga fyri seg.
Niðanfyri síggjast nakrar myndir frá mótmælinum í dag. Myndirnar eru frá EPA-myndatænastuni.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald