Innanlands

Móttøka í sambandi við WAGGGS limaskapin

Føroya Skótaráð fer at hátíðarhalda frambrotið í føroyskari skótasøgu um eina viku, hósdagin 25. juni

2026-06-18 19:30 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Føroya Skótaráð hevur fingið sjálvstøðugan limaskap í heimsfelagsskapinum fyri gentuskótar, WAGGGS.

Sí eisini: Gentuskótarnir fingið altjóða viðurkenning

Fyri at hátíðarhalda hetta frambrotið í føroyskari skótasøgu bjóðar ráðið til móttøku hósdagin 25. juni klokkan 17.

Hetta verður í hølunum hjá KFUK í Varðagøtu 9 í Havn.

Umframt lætt ábit verður ymiskt á skrá, og Havnar Hornorkestur spælir.

Føroya Skótaráð
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder