2019-01-21 18:10
SEV hevur latið gjørt sjónband um byggiverkætlanina av nýggja sundsverkinum.
Nýggja Sundsverkið, Støð 3, sum nú av álvara reisir seg við síðuna av gamla elverkinum á Sundi, verður borið fram av munagóðum samstarvi og virðiligum samskifti millum allar partar í verkætlanini.
Talan er um eina risastóra verkætlan, har tað ikki er rúm fyri ósemjum, sum leggja fótonglar fyri byggiarbeiðið.
Samstarvsfundirnir á Sundi millum SEV sum byggiharra, høvuðsarbeiðstakaran Articon og ráðgevarasamtakið, Stinni, eru ein sera týðandi liður í at bera verkætlanina trygt og væl á mál, skrivar SEV.
Sí sjónband um samstarvið her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald