2025-03-31 16:32

Talið á persónum, sum hava latið lív í jarðskjálvtanum í Myanmar heldur á at vaksa.
Í dag boðar hernaðarstýrið í Myanmar frá, at jarðskjálvtin nú hevur kravt yvir 2.000 mannalív, og at 3.900 eru særdir.
Jarðskjálvtin, sum rakti Myanmar fríggjadagin varð mált til 7,7 á Richter-stiganum.
Mánadagin er landasorg lýst í eina viku.
Sjálvtin merktist eisini í grannalondunum Tailand og Kina. Í tailendska høvuðsstaðnum Bangkok hevur jarðskjálvtin kravt í minsta lagi 17 mannalív.
Amerikanski stovnurin United States Geological Survey metti um vikuskiftið, at talið á deyðum kann koma upp á millum 10.000 og 100.000.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald