Innanlands

Myndir: Fríðun leggur svenska forsætisráðharranum lag á

Vinnararnir av norðurlendsku stílakappingini um plastdálking í sjónum vitjaðu Norðurlandaráðið í dag

Stefan Löfven roynir at byggja eitthvørt burtur úr plastlutum undir vegleiðing av ungu vinnarunum í norðurlendsku skrivikappingini (Mynd: Ingi Samuelsen)

Stefan Löfven roynir at byggja eitthvørt burtur úr plastlutum undir vegleiðing av ungu vinnarunum í norðurlendsku skrivikappingini (Mynd: Ingi Samuelsen)

2018-10-31 13:10 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Dagurin í dag var ein stórur dagur fyri tær tríggjar 15 ára gomlu genturnar, sum vunnu norðurlendsku skrivikappingina, sum norska Norrøna Felagið skipaði fyri saman við norska stórtinginum.

Millum vinnararnar er Fríðunn Bolstad Mortensen, sum gongur á NámX í Havn, ið varð vald sum ein av trimum vinnarum fyri sín stíl, ”Havið dýra undur”

Teir tríggir vinnararnir, Martine F. Denstedt úr Noregi, Mira Sagulin úr Álandi og Fríðunn B. Mortensen úr Føroyum fingu ein túr til Oslo sum vinning. Í gjárkvøldið vóru tey við í Operuni í Oslo, tá norðurlendsku mentanarvirðislønirnar vórðu handaðar.

[object Object]Framman fyri Stórtingið. Frá vinstru Martine F. Dengstedt, Mira Sagulin og Fríðunn B. Mortensen (Mynd: Ingi Samuelsen)

Í dag hava tey so vitjað í Stórtinginum og hitt týðandi norðurlendskar politikarar. Fyrst vóru tey ein túr á skrivastovuni hjá ’stortingspresidenten’, sum er norska tingforkvinnan. Og eftir eina samkomu saman við Norrønu Feløgunum, vóru tær tríggjar ein túr út um stórtingið, har tey vitjaðu eina serliga útstilling á Karl Johan, har listafólk arbeiða við at gera myndir burtur úr plastlutum, ið eru funnir á strondini.

Her høvdu tær høvi at byggja smáar figurar burtur úr plastpettum og so fáa lutirnar avmyndaðar. Stórar myndir av fuglum og fiskum, gjørdar burtur úr plastpettum er tað, ið myndar ársfundin hjá Norðurlandaráðnum í ár.

Eftir eina løtu gjørdist eitt størri rumbul av trygdarvørðum inni í og uttan fyri teltið, har tiltakið fór fram, tí norski forsætisráðharrin var á veg at vitja framsýningina.

Og inn trein, ikki bara norski forsætisráðharrin, Erna Solberg, men eisini tann virkandi svenski forsætisráðharrin, Stefan Löfven, sum nýttu høvið at byggja ein plastlut, meðan norsku miðlafólkini tóku myndir.

Tær tríggjar, Fríðunn, Marine og Mira vórðu ikki gloymdar, men vóru ynsktar til lukku við vinninginum, og tær nýttu eisini høvi at leggja svenska forsætisráðharranum lag á hvussu hann skuldi bera seg at við at byggja lutirnar, eftir sum allir hjálpararnir annars høvdu úr at gera við at vera til staðar, har Erna Solberg helt til saman við teimum flestu pressufotografunum.

Vinnandi stílarnir, sum tær tríggjar genturnar hava skrivað, eru prentaðir í einum lítlum bóklingi, sum Stórtingið hevur deilt út í dag.

Í sambandi við at Norðurlandaráðið varð sett í gjár, nýtti norska tingforkvinnan, Tone Wilhelmsen Trøen, høvið at ynskja vinnarunum til lukku, og heitti á allar politikararnar í salinum um at seta tíð av til at lesa teir vinnandi tekstirnar.

[object Object](Mynd: Ingi Samuelsen)

[object Object]Erna Solberg roynir seg (Mynd: Ingi Samuelsen)

[object Object]Norski forsætisráðharrin heilsar upp á vinnararnar av skrivikappingini (Mynd: Ingi Samuelsen)

[object Object]Stefan Löfven fær køna vegleiðing (Mynd: Ingi Samuelsen)

[object Object]Møðgur framman fyri Stórtingið. Fríðunn Bolsgad Mortensen og Jonna Fritsdóttir Mortensen (Mynd: Ingi Samuelsen)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder