Eingin ivi er um, at føroyingarnir Tina og Kári eisini fara at fáa dyggan stuðul í salinum, tá tað um ein lítlan tíma verður tendrað fyri sættu live-sendingini frá X Factor á danska TV2, sum verður sent úr eini lagurhøll í Brøndby.
Heilt nógvir føroyingar stóðu og skutraðust í kuldanum uttan fyri høllina áðrenn tey kundu sleppa inn í hitan frá ljóskastarunum.
Tað er kalt í Danmark fyri tíðina. Vónandi er kuldin ikki tekin um, at føroyingar verða koyrdir út í kuldan í kvøld.
Tina eigur stóra familju, bæði í Føroyum og Danmark, og tey eru komin talsterk, bæði ommur, abbabeiggjar, mostrar, systkin, systkinabørn og familja og kenningar annars at stuðla henni í kvøld.
Eisini Kári fær góðan stuðul. Familja, vinir og kenningar eru komnir bæði úr Føroyum og Jútlandi.
Eisini stóri maðurin við føroyskum víkingahjálmi. sum sást í salinum síðsta fríggjakvøld, er til staðar í kvøld.
- Eg eri pápi trummusláaran í The Kiddies, orkestrið hjá Kára, og vit eru komin øll at stuðla.
Dóttir Kára, Karin Sofía, og systkinabarn hennara, hava fingið sær serligar troyggjur at vera í hesaferð.
“KA til 1234” stendur framman fyri, og ávikavist “Babba #1” og “Gubbi #1” á bakinum.
Nú verður spennandi at fylgja við, um stuðulin úr salinum eisini røkkur út til fartelefonirnar, sum við sms-boðum gera av hvør stendur eftir sum taparin í kvøld.
Dómararnir fáa onga ávirkan á avgerðina í kvøld.
Myndamaður okkara, Sverri Egholm, tók nakrar myndir av føroyingum áðrenn farið var inn í X Factor høllina í kvøld.
Sendingin á TV2 byrjar klokkan 19 og á KvF sæst hon eftir Gekkin.
Til ber at atkvøða fyri Kára við at senda sms við tekstinum ‘KA’ til 1234
Til ber at atkvøða fyri Tinu við at senda sms við tekstinum ‘TI’ til 1234
Portalurin verður í kvøld á staðnum í Brøndby, har X Facor verður tikið upp, og vit fara at gera samrøður, taka myndir og annað
Les eisini: Hesar sangir skulu Kári og Tina syngja
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald