
Í dag var jarðarferðin hjá Frans páva, sum andaðist 2. páskadag, 88 ára gamal.
Seinastu dagarnar hevur Frans pávi ligið í opnari kistu í Pæturskirkjuni í Rom, har umleið 250.000 fólk nýttu høvið at koma framvið at siga pávanum eitt seinasta farvæl, og í morgun savnaðust túsundatals fólk úr øllum heiminum á og kring Pæturstorgið, har jarðarferðin byrjaði klokkan níggju í morgun.
Giovanni Battista Re kardinalur segði m.a. um pávan í prædiku sínari, at hann var ein fólksligur pávi við einum opnum hjarta, sum virkaði fyri einari meira samkenslufullari kirkju.
– Hann skapti beinleiðis samband við einstaklingar og fólk, var íðin eftir at koma øllum nær, og serliga teimum, sum stríðast.
Frans pávi var sannførdur um, at kirkjan var eitt heim fyri øll, og arbeiddi hann fyri at hjálpa flóttum, migrantum og teimum fátæku, segði kardinalurin.
Minningarhaldið vardi umleið hálvanannan tíma. Síðani varð kistan við pávanum fylgd úr Pæturskirkjuni gjøgnum gøturnar í søguliga italska býnum til Santa Maria Maggiore-kirkjuna, har ein bólkur av fátækum og marginaliseraðum fólkum tóku ímóti henni, skriva altjóða miðlar.
Jarðarferðin hjá Frans páva var eitt sindur øðrvísi enn tann hjá undanfarnum pávum.
Vanligt er, at pávar verða jarðaðir í Pæturskirkjuni, men Frans pávi ynskti at verða jarðaður í Santa Maria Maggiore, har sjey aðrir pávar eru jarðaðir.
Vanliga verður ein pávi eisini jarðaður í trimum kistum, men Frans pávi hevur bert eina.
Umleið 250 kardinalar, fleiri biskuppar, prestar og onnur umboð fyri katólsku kirkjuna luttóku í jarðarferðini. Millum gestirnar vóru eisini statsleiðarar og umboð fyri ymisku kongshúsini.
Mary drotning luttók sum umboð fyri danska ríkið.
Millum gestirnar vóru m.o. amerikanski forsetin, Donald Trump; bretski forsætisráðharrin, Keir Starmer; bretski William prinsur; ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj; franski forsetin, Emmanuel Macron; italski forsætisráðharrin Giorgia Meloni; italski forsetin, Sergio Mattarella; argentinski forsetin Javier Milei; ST aðalskrivarin Antonio Guterres; ES-nevndarforkvinnan, Ursula von der Leyen; týski samveldiskanslarin Olaf Scholz; svensku kongshjúnini Carl Gustaf kongur og Silvia drotning; og sponsku kongshjúnini Filipe Kongur og Letizia drotning.
Niðanfyri síggjast myndir frá jarðarferðini. Myndirnar eru frá EPA-myndatænastuni:

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald