2019-05-21 20:24
Seinnapartin var hátíðarhald á Vaglinum í sambandi við, at kioskin hjá Astu er latin upp aftur.
Asta Jacobsen, sum hevur átt kioskina síðani 1945, var eisini til hátíðarhaldið. Hon seldi í fjør kioskina til Gist & Vist samtakið, sum tók gomlu kioskina niður og hevur bygt eina nýggja líka upp aftur.
Í kioskini fæst millum annað smyrjibreyð, salat, panini, vín og øl.
Sí myndirnar sum Ólavur Frederiksen, Faroephoto, tók til hátíðarhaldið seinnapartin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald