2019-03-27 11:51
Um vikuskiftið verður árliga Føroyabanka kvøldið á Barbaru í Havn. Serligi toskurin av bankanum verður har borðreiddur av kokkunum hjá Gist&Vist.
Talan er um tosk, sum fiskirannsóknarskipið Magnus Heinason hevur fingið á árligu yvirlitstrolingini á vári á Føroyabanka.
Í morgun møttust kokkar á Hotel Føroyum, har fiskurin var skorin. Myndir frá í morgun síggjast niðanfyri. Johan Mortensen er fotografurin:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald