2019-03-31 19:38
Tað var ein rørandi løta við minnisvarðan í Hesti, nú vit minnast dagin fyri 100 árum síðani, tá ið 11 hestmenn fórust í syndarligari vanlukku á sjónum.
Fyrrapartin í dag var gudstænasta við prestunum Hera Joensen, Bergi D. Joensen og Derhardi Jógvanssyni. Eftir gudstænastuna varð farið norður til minnivarðan á Hálvmørk, har Annika Olsen, borgarstjóri, legði krans við minnisvarðan og bar fram røðu fyri áhoyrarafjøldini.
Ólavur Frederiksen, Faroephoto, tók nakrar myndir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald