Mentan

Myndir: Seyðamaðurin á Sondum

Nýggja standmyndin í Sandavági, sum Hans Pauli Olsen hevur gjørt. Sí myndir

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2021-06-25 09:25 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Standmyndin “Seyðamaðurin á Sondum” var farna vikuskiftið avdúkað í Sandavági.

Jens Kristian Vang var ein túr í Sandavági í gjár og tók myndir av stórslignu standmyndini. Sí myndir niðast í greinini.

Kvæði um Seyðamannin á Sondum er væl kent í Vágum.

Tað vóru vinmenninir Jóannes Michelese í Húsi (1824-1850) og Jógvan Niclasen í Lon (1821-1852), báðir úr Miðvági, sum yrktu kvæðið um seyðamannin á Sondum, eftir søgn sum livað hevur á manna munni í Vágum.

Søgnin sigur:

“Ein seyðamaður var á Sondum í Sandavági áður á sinni, sum er gitin fram um allar seyðamenn í Føroyum. Hann røktaði einsamallur allan Sandavágshagan og átti ein útvaldan hest, reyðan á liti og frálíka dúgligan til at renna. Ein vakran sólskinsmorgun lysti seyðamanninum at ríða norður á fjøll. Við Fjallavatn búðu tvær huldukonur, hvør sínumegin, onnur í Húsagjógv og onnur í Tormansgjógv. Tær áttu stakkar av skarlaksklæði, og henda sama morgunin, ið seyðamaðurin reið norður, legði huldan í Húsagjógv stakk sín út til at sóla.“

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder