2019-04-26 15:10
Í dag og í morgin eru yvir 106 útlendsk ferðafólk farin í arbeiðsklæðini fyri sjálvboðin at leita sær út í føroysku náttúruna at fyri at geva umvælingararbeiði á bygdagøtur og støð við serligum áhuga hjá útlendingum.
Ólavur Frederiksen tók nakrar myndir í og omanfyri Kirkjubø fyrrapartin. Har verður bøtt um gøtuna millum Kirkjubø og Havnina.
Arbeiðið á 11 støðum kring um í Føroyum byrjaði í dag. Tað heldur fram í morgin, og í annaðkvøld savnast øll til eitt borðhald og veitslu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald