2018-07-24 22:38
Keiøkið við Vónina á Vestaru bryggju í Havn var pakkað í kvøld.
Grindahvalir, íløt av øllum handa slag og fólk, høg sum lág, hvørt um annað. Øll komin at skera upp njóta gott av grindini, sum varð hildin til í Sandagerði seinnapartin.
Merktir vóru 51 hvalir, og tað vóru 343 skinn. Tað gav 0,2 skinn í part.
Seðlarnir komu út um hálvgun níggju tíðina í kvøld. Vit tóku nakrar myndir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald