Innanlands

Myndir: Stórhøllin við Tjarnir verður nú innilokað

- Arbeiðið við Tjarnir gongur væl, og vit eru væl nøgdir, hóast verkfallið og veðurlagið hevur tarnað arbeiðinum nakað, sigur Eyðfinn Guttesen, verkætlanarleiðari hjá Articon. Vit hava verið við myndatóli og dronu

Høllin við Tjarnir. (Mynd: Jens Kr. Vang)

Høllin við Tjarnir. (Mynd: Jens Kr. Vang)

2024-06-26 06:48 Author image
Áron Vest
placeholder

Stórhøllin við Tjarnir verður í nærmastu framtíð karmur um mong tiltøk. Helst mest umtalaði tørvurin á ítróttartiltøkum, er hondbóltsdystir. Við Tjarnir upplýsir, at til eitt nú hondbóltsdystir eru umleið 2.200 sitipláss, umframt 500 standipláss. Til konsertir eru umleið 3.700 sitipláss ella umleið 4.700 standipláss. Sostatt nøktar høllin ein tørv, sum ongin onnur høll í Føroyum kann.

Tað er Articon sum byggir stórhøllina við Tjarnir. Vit hava sett Eyðfinni Guttesen, verkætlanarleiðara hjá Articon, stevnu. 

Arbeitt verður við at innheinta mista byggitíð
Hóast Eyðfinn er bjartskygdur, so ásannar hann, at arbeiðið hevur verið tarnað av millum annað verkfallinum.

- Vit eru seinkaðir av bæði veðrinum og verkfallinum, men arbeiða í løtuni við at innheinta mista byggitíð. Umleið 60 arbeiðsfólk reikast í høllini til dagligt, men vit verða fleiri, nú høllin verður innilokað og aðrir undirveitarar sleppa framat, sigur Eyðfinn Guttesen.

Eyðfinn sigur við Portalin, at veðrið hevur verið ein avbjóðing. Articon hevur havt umleið 30 sokallaðir spilldagar, sum eru dagar, at har arbeiðið hevur verið tarnað av veðrinum. 

Ikki hissini mongdir
Stórhøllin við Tjarnir er 8.200 fermetrar og fer at hava umleið 650 parkeringspláss, og til hetta skal nýtast ein massiv mongd av stáli og tílíkum tilfari. 

Til høllina við Tjarnir verður brúkt 3500 rúmmetur av betongi, 300 tons av armering og 200 tons av bygningsstáli til sperrur og tílíkt. 

Eisini eru 10 kilometrar av røri til staðar, tveir kilometrar av ventilatiónskanalum og 40 kilometrar av elkaðalum. Glasiliga høllinum hevur 11.000 fermetrar av veggi at mála og viðgera, umframt 1.800 fermetrar av glasi.

Hetta ger verkætlanina sera umfatandi, samstundis sum talan er um eina høll, ið kann hýsa ítrótti og tiltøkum annars, í eitt slíkt mát, sum ongin onnur høll í Føroyum kann.

Fríggjadagin 28. juni verður reisigildi hildið við Tjarnir. Eftir ætlan stendur høllin liðug í januar.

Myndamaðurin Jens Kristian Vang hevur verið á staðnum við myndatólinum og við dronuni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder