Innanlands

Nær fær Løgtingið eina uttanríkisfrágreiðing?

Edmund Joensen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, hevur í dag sett Aksel V. Johannesen, løgmanni, ein skrivligan fyrispurning um uttanríkisfrágreiðing.

2018-11-20 13:10 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Edmund Joensen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, hevur í dag sett Aksel V. Johannesen, løgmanni, ein skrivligan fyrispurning (§ 52a) um uttanríkisfrágreiðing. Svarast skal í seinasta lagi 10 yrkadagar eftir, at spurningurin er latin inn

Kann løgmaður greiða nærri frá:

 

  1. Nær fær Løgtingið árligu uttanríkisfrágreiðingina?

 

  1. Hvat er orsøkin til, at ongar árligar uttanríkisfrágreiðingar eru latnar Løgtinginum í hesum valskeiðnum?

Í viðmerkingunum til skrivliga fyrispurningin sigur Edmund Joensen, løgtingsmaður, at í hansara tíð sum løgmaður byrjaði ein siðvenja, har landsstýrið legði eina uttanríkisfrágreiðing fyri Løgtingið eina ferð árliga til aðalorðaskiftis.

Endamálið við frágreiðingini og aðalorðaskiftinum er at fáa eitt breitt politiskt uttanlands- ella uttanríkisorðaskifti í lag, soleiðis at tingfólk, sum ikki eru limir í Uttanlandsnevndini, eisini fáa neyvt og haldgott innlit í uttanlandsviðurskifti Føroya. Harumframt er tað bæði gott og konstruktivt, at tingfólk fáa høvi at koma við áskoðanum og hugsanum á hesum týðandi øki. Føroya fólk fáa somuleiðis kunnleika um, hvat fyriferst.

Fyri umleið ári síðan spurdi eg løgmann, um og nær uttanlandsfrágreiðing varð løgd fyri Løgtingið. Løgmaður segði, at landsstýrismaðurin fór at leggja frágreiðing fram á ting nú í vár, og tað visti hann at svara frá landsstýrismanninum í uttanríkis- og vinnumálum. Várið er farið afturum, summarið somuleiðis og seinasta freistin at leggja uppskot fyri tingið á heysti, er eisini farin.

Samgonguskeiðið fer at halla og ongin frágreiðing er enn komin til Løgtingið frá landsstýrismanninum í uttanríkismálum.

Hetta er ikki ein nøktandi støða, at Løgtingið ikki fær frágreiðing um uttanlandsmál. Løgtingið hevur ynskt og fingið fullar heimildir á uttanlandsmálum eftir uttanríkisheimildarlógini. Løgtingið hevur eisini seinastu árini samtykt fleiri stór mál og ætlanir, sum landsstýrismaðurin umsitur - mál, sum eitt einmælt Løgting hevur samtykt og hevur størsta áhuga í at frætta frá.

At enda sigur Edmund Joensen, løgtingsmaður, í sínum viðmerkingum, at Løgtingið er politiska grundarlagið undir einum veruligum og tryggum uttanlandspolitikki hjá landsstýrinum og Føroyum. Tað er tí ikki meira enn rímiligt, og fyri at geva Løgtinginum ein møguleika at fylla út sín leiklut á so tryggum grundarlagi sum møguligt, at tað eisini er neyðugt við einari árligari frágreiðing um uttanlandsviðurskiftini. Tí verður hesin fyrispurningur settur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder