Seksæringurin Naddoddur loysti leygardagin og setti kós móti Noreg. Túrurin hevur gingið væl og byrðurin hevur verið góður.
Nú siglt hevur verið í góð tvey samdøgur siglir Naddodur ein landnyrðing úr Hetlandi - einar 100 fjórðingar vestur úr norsku strondini.
Víkingaferðin varð útsett fleiri ferðir fyri ófantaligt veður, men leygardagin eydnaðist loksins.
Ferðin hevur verið heldur ymisk á túrinum. Onkra løtu hevur ferðin verið 8 míl.
Skiparin Andy Fitze segði um middagsleitið, at kósin er sett móti Strongfjorden. Aldurnar eru um tríggjar metrar høgar, men lagið er gott umborð, sigur hann.
Manningin telur seks fólk. Fýra úr Sveis, ein úr Meksiko, sum býr í Orlando í Florida, USA, og Livar Nysted úr Hvannasundi.
Les eisini: Hava sett kósina eystur í hav
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald