Tað var ein góður dagur, hósdagurin tann 21. december, tá Sandoyartunnilin lat upp, og nærum 2000 fólk gingu ella runnu av Gomlurætt til Sands.
Tað sigur ítróttarfelagið Bragdið, sum saman við B71 skipaði fyri tunnilsrenning, áðrenn nýggi undirsjóvartunnilin alment varð tikin í nýtslu.
Tiltakið eydnaðist væl, og fekk óvæntaða stóra undirtøku, greiðir Bragdið frá.
– Tað skuldi fyrireikast væl. Vit settu okkum í samband við Teit Samuelsen og bóðu B71 við á fund. Eingin av okkum vistu, hvussu nógv høvdu tíð og hug at melda til, tí hetta var beint undan jólum og ein púra vanligan fyrrapart kl. 11. Tá vit so nærkast "deadline" vóru á leið 2000 fólk á listanum. So púrasta óvæntað av okkum øllum.
– Fyri at sleppa undan ferðsluruðuleika, leigaðu vit bussar, sum koyrdu frá Tórsbreyt til Gomlurætt og heim aftur, aftaná renningina. Eisini koyrdi bussur millum Sand og Gomlurætt. Og væl var tikið undir við busstúrunum, tí tað koyrdu 9 bussar til Gomlurætt, 2 bussar av Sandi til Gomlurætt og 11 bussar av Sandi til Tórsbreyt, skrivar felagið.
– Teinurin í tunnlinum er 10,8 km við undan- og mótbrekku og tað kann tykjast tungt hjá teimum, sum ikki eru von at ganga. Eisini tað, at ganga í einum tunnli tykist løgið, ljóð, ljós og luftin og av tí sama vóru tað eisini fleiri, sum antin máttu geva upp ella fingu onkran skaða.
– Tíbetur vóru samarittar í tunnlinum og kundu hjálpa og tey høvdu úr at gera. Umráðandi var at trygdin var í lagi og at tunnilin var tómur kl. 13.30 og tí heintaði bussur tey, sum ikki náddu á mál, skrivar Bragdið, sum leggur afturat, at tey, sum luttóku hava stórt rós uppiborið.
Sí eisini: Myndir: Tunnilsrenning í Sandoyartunlinum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald