2021-09-27 09:05

Nú eru tilsamans 73.959 koronukoppsetingar gjørdar í Føroyum. 37.961 fólk hava fingið fyrru koppsetingina, og 35.998 fólk hava fingið seinnu koppsetingina og eru liðugt koppsett.
Hetta svarar til, at 70,9 prosent av fólkinum hava fingið fyrru koppsetingina, og at 67,2 prosent eru liðugt koppsett, skrivar corona.fo.
Leygardagin var eitt koppsetingarlið í SMS, og tá vórðu tilsamans 83 fólk koppsett. 75 fólk fingu fyrra prikið og átta fólk fingu tað seinna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald