Aftur í ár verður skipað fyri valfundinum ”Hin nakni sanleikin”, ein politiskt ókorrektur fundur bert fyri menn.
Ikki tí at teir ikki vildu havt kvinnur við, men orsøkin er, at fundurin verður hildin í hitarúminum í svimjihøllini í Gundadali í Havn, og har hava fólk av hinum kyninum ikki atgongd.
Tiltakið varð fyrstu ferð roynd undan býráðsvalinum í november 2016, og eydnaðist so mikið væl, at tað verður endurtikið nú undan fólkatingsvalinum.
Nakni sannleikin- valfundur í hitarúminum verður fríggjadagin 31. mai nakað eftir klokkan átta á morgni.
Seks valevni, sum fleiri teirra javnan taka lut í dagligu heitu saunadebattini, verða við á Føroya heitasta valfundi. Valevnini eru: Christian F. Andreasen fyri Fólkaflokkin, Kaj Leo Johannesen fyri Sambandsflokkin, Sjúrður Skaale fyri Javnaðarflokkin, Jógvan Skorheim fyri Sjálvstýri, Magni Arge fyri Tjóðveldi og Poul Michelsen fyri Framsókn.
Teir fara at enda(!)venda øllum aktuellu málunum og - eins og prinsurin, sum í 12. øld legði fram sínar vísu steinar fyri tí klóka Morienusi í Jerusalem - at leggja fram tann nakna sannleikan fyri áhoyrarunum.
Eingin skrá er fyri fundin, siga stigtakararnir. Tann, sum tosar mest og harðast uttan at verða biðin um at halda kjaft, fær mestu talutíðina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald