Skeiðið er liður í NÚ (námsfrøðilig útbúgving), sum er nýggj útbúgving á Fróðskaparsetri Føroya, sum í løtuni verður arbeitt við at fáa grundfest og sett í fastar karmar á Námsvísindadeildini.
Vit hava ásannað, at vit við avmarkaðum tali av kandidatum mugu leggja fak saman, sum hava líkan fakdidaktikk. Hetta var í hesum førinum gjørt við felags skeiði fyri øll fremmandamálini. Helmingurin av skeiðinum snúði seg um fremmandamálsdidaktikk sum heild og hin helmingurin um einstøku mállærugreinina.
Katrin Hammer úr Skúvoy, sum í mong ár hevur verið skeiðshaldari á NÚ skeiðum í Føroyum og hevur royndir sum undirvísari á Syddansk Universiteti á pedagogikum útbúgvingini har, hevði høvuðsábyrgdina av innihaldinum í skeiðinum. Hon stóð eisini fyri undirvísingini í enskum fakdidaktikki. Saman við henni undirvísti Tina Lund Hansen, master í gymnasiedidaktikki. Hon undirvísti í sponskum fakdidaktikki og saman við Katrini í fremmandamálsdidaktikki. Annika Arnsteinsdóttir Nielsen, sum hevur nógvar undirvísingarroyndir á gymnasialum miðnámi, tók sær av fronskum fakdidaktikki. Kalpana Vijayavarathan og Vár í Ólavsstovu frá Námsvísindadeildini vóru við sum eygleiðarar og fyriskiparar, og Námsvísindadeildin hevði evstu fakligu ábyrgdina.
Ætlanin er framyvir, at Námsvísindadeildin skal skipa fyri fakdidaktiskum skeiðum í øllum lærugreinum á miðnámsskúlaøkinum, skrivar Setrið á heimasíðuni. Sjøtul er settur á. Umframt hetta skeiðið í fremmandamálsdidaktikki við 23 luttakarum, hava verið hildin tvey NIS-skeið, sum er námsfrøðilig innleiðsla til teirra, sum á fyrsta sinni skulu undirvísa á miðnámsskúla, og fyrireiking er farin í gongd til fakdidaktiskt skeið í føroyskum og donskum undir felags heitinum: Móðurmáls- og grannamálsdidaktikkur. Eisini her verður ein partur av skeiðinum felags og annar partur verður hvør sær.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald