Tá Næraberg kom á Fuglafjørð um 18-tíðina í gjárkvøldið, stóð løgreglan klár.
Skipið, ið hevði fiskað svartkjaft, er skuldsett fyri at hava tveitt ov nógvan fisk í havið. Hetta er í stríð við lógina um sjófeingi, sum kom í gildi í desember í fjør.
Tað, sum tveitt var í havið, var svartkjaftur, sum var so illa farin í trolinum, at hann ikki kundi brúkast.
Næraberg hevði ein eygleiðara frá VØRN umborð seinastu tríggjar vikurnar, skrivar VP, og tað var hesin, ið meldaði Næraberg til løgregluna.
Reiðaríið hevur fingið eitt sektaruppskot á 1.55 milliónir krónur.
Vakthavandi á politistøðini sigur við Portalin, at teir hava verið umborð og avhoyrt manningina, og at málið nú verður kannað nærri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald