Um miðjan desember hvarv russiski andstøðupolitikarin, Aleksej Navalnyj, úr fangaleguni, har hann hevði sitið. Nú er hann funnin aftur í Sibiria, boðar talsfólk hansara, Kira Jarmysj, á X.
Sambært Jarmysj situr Navalnyj nú í eini fangalegu í Jamalo-Nentsia landslutinum í útnyðrings-Sibiria. Fangalegan liggur í eini lítlari fjarskotnari bygd, Kharp, norðan fyri polarringin, umgyrd av feiri tíggjutals kilometrum av skógi í tríggjar ættir og Uralfjøllunum í fjórðu.
Talan er um eina sertryggjaða fangalegu, har fangarnir ofta sita avbyrgdir frá hvørjum øðrum. Sleppa sjáldan at ferðast uttan fyri klivan, og um teir sleppa tað, so eru teir leinkjaðir og væl ansaðir av fangavørðum.
Jarmysh skrivar, at Navalnyj hevur havt vitjan av advokati sínum.
Tey nærmastu hjá Aleksej Navalnyh mistu sambandið við hann, tá hann hvarv í samband við eina fongsulsflyting fyrr í desember. Í tvær vikur hava tey ikki havt samband við hann.
Navalnyj situr eina revsing á 19 ára fongsul fyri sítt andstøðuvirksemi. Áðrenn hann varð fongslaður var hann fremsti atfinnari móti korrupsjón og skipaði fyri mótmælum móti Kreml-stýrinum.
ES, USA og fleiri mannarættindafelagsskapir hava hesa seinastu tíðina óttast fyri lagnuni hjá Navalnij. Stuðlar hjá honum hava fyrr sagt, at Navalnyj hvarv í sambandi við, at Vladimir Putin, forseti, herfyri boðaði frá, at hann stillar upp til forsetavalið komandi ár.
Í dag skrivaði Alesej Navalnyj sjálvur, at hann er komin til eina fangalegu norðan fyri polarringin.
“Eg havi fingið heit klæði, og fingið skegg undir 20 daga longu ferðini higar”, skrivar Navalnij á X.
“Og so tað týdningarmesta, eg búgvi nú norðan fyri polarringin. Nærmasti býur eitur Labytnangi”.
Navalnyj skrivar eisini, at hann er bilsin av, hvussu skjótt hann varð funnin, eftirsum ferð hansara til arktisku fangaleguna gekk óvæntaðar leiðir, og tók langa tíð.
Sambært Navalnyj gekk leiðin úr Vladimir til Kharp umvegis eitt nú Moskva, Ekaterinburg og Kirov.
Navalnij skrivar at enda, at hann er væl fyri, hevur tað gott og fegnast um at vera koma vegin fram.
“Tit nýtast ikki at óttast fyri mær, eg havi tað gott. Takk fyri stuðul og gleðilig jól”, skrivar Navalnyj á X.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald