Nes Sóknar Musikkskúli hevur sett Tóra Restorff Jacobsen í starv sum leiðara fyri musikkskúlan, sum fevnir um Nes og Runavíkar kommunur.
Tóri hevur musikklæraraútbúgving frá Tónlistarskúlanum í Reykjavík og kandidatútbúgving í tónleiki frá Syddansk Musikkonservatorium. Harumframt hevur hann tikið grundleggjandi leiðsluútbúgving og er í holtur vid diplomútbúgvingina í leiðslu, skrivar Runavíkar kommuna.
Tóri, sum er 39 ára gamal, hevur drúgvar royndir frá musikkskúlaskipanini í Føroyum, m.a. frá Nes Sóknar Musikkskúla, umframt frá musikkskúlum í Íslandi og Danmark. Tóri hevur sergrein í sello. Hann hevur tó eisini undirvíst í bass, klaver, teori og samanspæli.
Nýggi leiðarin tekur við starvinum 1. desember 2018.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald