Uttanlands

Netanyahu: Hamas skal úr Gaza

Ísraelski forsætisráðharrin heitir á grannalond um at hjálpa ísraelum at fáa Hamas úr økinum

Ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu (Mynd: EPA)

Ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu (Mynd: EPA)

2025-11-18 17:17 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hamas skal úr Gazageiranum.

Tað sigur ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu eftir, at ST-trygdarráðið samtykti eina amerikanska ætlan fyri Gazageiran í gjár.

Í fleiri dagføringum á sosiala miðlinum X hevur ísraelski forsætisráðharrin givið amerikanska forsetanum, Donald Trump rós fyri ætlanina, sum sambært ísraelsku stjórnini fer at slóða fyri friði, tí hon leggur upp til "fullkomna avvápnan av Gaza".

Eisini heitir Netanyahu á grannalond ísraels um "saman við okkum at vísa Hamas og stuðlar teirra úr økinum".

Les eisini: Friðarvarðveitandi herdeild til Gaza

Talsfólk hjá ísraelsku stjórnini sigur, sambært Reuters, at forsætisráðharrin ynskir at "tryggja, at einki Hamas er eftir í Gaza, sum nevnt verður í 20-stigs ætlanini, og at Hamas ongar førleikar hevur at stýra palestinska fólkinum inni í Gazageiranum".

Sambært amerikonsku ætlanini stendur tó, at Hamas-limir, sum eru sinnaðir at liva í friði og leggja vápnini, fáa amnesti, og at limir, sum ynskja at fara úr Gazageiranum sleppa trygt til onnur lond.

Eisini verður nevnt í ætlanini, at Hamas skal taka undir við ikki at hava nakran leiklut í einum framtíðarstýri í Gaza. Einki verður tó sagt um, at Hamas skal úr Gaza.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder