Kríggið mót Hamas-rørsluni í Gaza heldur fram, inntil restin av ísraelsku gíslunum eru leyslatnir.
Tað sigur ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, eftir at tað er váttað, at ísraelsk herfólk hava dripið leiðaran í Hamas, Yahya Sinwar.
Sí eisini: Ovasti leiðarin í Hamas deyður
Netanyahu heitir á gíslatakararnar um at leyslata gíslarnar, sum eru eftir í Gaza, og lovar hann, at teir, sum leyslata gíslarnar ikki verða dripnir.
Ísraelski forsætisráðharrin sigur, at tíðin, har Hamas hevur valdið í Gaza, er komin at enda.
– Hamas fer ikki longur at stýra Gaza. Hetta er byrjanin til dagin eftir Hamas, sigur hann Sambært Ritzau.
Sinwar sigst at standa aftanfyri álopið hjá Hamas á Ísrael 7. oktober í fjør, tá eini 1.200 fólk vórðu dripin, og eini 250 tikin til gísla.
Fleiri gíslar eru leyslatnir ella hava latið lív. Hildið verður, at 101 framvegis eru í Gaza, men ógreitt er, hvussu nógv enn eru á lívi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald