
Ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu vitjar mikudagin í Ungarn, har hann eftir ætlan skal hitta ungarrska starvsbróðir sín Viktor Orbán, skrivar Ritzau.
Vitjanin er lagt til rættis, hóast Altjóða Revsidómstólurin (ICC) hevur givið boð um at handtaka Netanyahu, og sum eitt av 125 limalondum í ICC hevur Ungarn formliga skyldu at handtaka Netanyahu, um hann kemur til landið.
Tað var í november í fjør, at ICC kom við boðum um at handtaka Netanyahu og fyrrverandi ísraelska verjumálaráðharran, Yoav Galland fyri møgulig krígsbrotsverk og brotsverk móti mannaættini í sambandi við kríggið millum ísraelar og palestinar.
Boð vórðu eisini givin um at handtaka Mohammed Deif, leiðara í palestinsku hernaðarrørsluni Hamas. Hildið verður, at hann er dripin í krígnum.
Ungarski forsætisráðharrin, sum verður mettur at vera ein av nærmastu stuðulunum hjá Ísrael í ES, hevur boðað frá, at hann ikki fer at gera eftir boðunum hjá ICC um at handtaka Netanyahu.
Hann boðaði í november frá, at hann fór at bjóða Netanyahu á vitjan í Ungarn, hóast ICC hevði givið boð um at handtaka hann. Hann legði í hesum sambandi ICC undir at hava eina politiska dagsskrá.
Sjálvur vísir ísraelski forsætisráðharrin ákærunum aftur og leggur ICC undir at vera jødahatskur.
Les eisini: Ungarn: Gera ikki eftir boðunum frá ICC
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald