Fólkatalið í Føroyum er støðugt vaksandi, og ein orøsk er methøga nettotilflytingini. Tann stóra broytingin í gongdini í fólkatalinum kemur einamest av broyttu flytingini, har fráflytingin er minkað nógv, samstundis sum tilflytingin er vaksin. Vit skulu heilt aftur til 1980 fyri at finna so lágt tal fyri fráflytingina, sum tey 1.190, ið fluttu av landinum farna 12-mánaðarskeiðið, skrivar Hagstova Føroya. Rokna vit fráflytingina í mun til fólkatalið, hevur hon ongantíð verið minni tey síðstu hálvthundrað árini, vit røkka aftureftir í hagtalsgrunninum.
Meðan fráflytingin nú á fimta árið hevur lagt seg á eitt javnt lágt støði, so veksur hinvegin tilflytingin framvegis. Samanlagda úrslitið av minni fráflyting og størri tilflyting er, at nettotilflytingin er vaksin í stórum, og ongantíð hevur verið so stór sum nú, hvørki í tali ella lutfalsliga.
Samanbera vit hetta árið við tey heldur vánaligu árini 2009-13, so er árliga fráflytingin nú eini 500 fólk minni og tilflytingin eini 450 størri – og tí er ein negativ nettoflyting á 410 í 2011/12 vend til eina positiva nettoflyting upp á 569 hetta seinasta 12-mánaðarskeiðið 2017/18.
Burðaravlopið nærum óbroytt
Samanborið við undanfarnað 12-mánaðarskeið var burðaravlopið (munurin millum fødd og deyð) nakað tað sama hetta 12-mánaðskeiðið. Deyðatalið var óbroytt meðan føðitalið minkaði við 7.
Fleiri mannfólk enn konufólk í fólkavøkstrinum
Av vøkstrinum í fólkatalinum hetta 12-mánaðarskeiðið eru munandi fleiri mannfólk enn konufólk. Størsti munurin er í nettotilflytingini, har tað vóru 189 fleiri mannfólk enn konufólk. Men av tí, at tað var ein yvirvág av gentum í føðitalinum við 26 og í deyðatalinum ein yvirvág av mannfólki við 67, var samanlagda úrslitið 96 fleiri mannfólk í fólkavøkstrinum.
Á myndini niðanfyri sæst, at tað er serliga fyrra hálvárið í 2018, at tað eru munandi fleiri mannfólk í nettotilflytingini enn konufólk. Hetta er stórt frávik frá gongdini frammanundan, har tað var nøkulunda javnt millum kynini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald