Innanlands

Nevndin í JFK samtakinum svarar nú aftur

Nevndin í JFK hevur nakrar viðmerkingar til kjakið, síðan tað kom fram, at JFK selur Sjúrðarberg til Russlands

Sjúrðarberg

Sjúrðarberg

2018-07-25 17:39 Author image
Oda Strøm
placeholder

Nevndin í JFK tók herfyri ta avgerð at selja Sjúrðarberg. Skipið hevur mongu seinastu árini verið annað skipið hjá samtakinum, sum hevur fiskað kvotuna í Barentshavinum. Eftir at sølan varð almannakunngjørd, hevur ávísur almennur áhugi verið um orsøkina til at skipið varð selt, og tí hevur nevndin í samtakinum avgjørt at svara aftur í lesarabrævi. 

Nevndin í JFK sigur, at tá málið var fyri á nevndarfundi, varð kjakast um hvørt tað er rætt frameftir at hava eitt ella tvey skip at fiska kvotuna í Barentshavinum, og niðurstøðan varð, at JFK eftir øllum at døma ikki undir verandi fiskivinnuskipan fer at hava nóg stóra kvotu til tvey skip.

- Kvotan í Barentshavinum er í 2018 umleið 27.700 tons, eftir at hon er minkað frá 2017, og kvotan fer væntandi at minka enn meira í 2019. Av kvotuni í 2018 vórðu 17% seld á uppboðssølu. Um kvotan er 27.000 tons, ella minni, skulu 15 % seljast á uppboðssølu og Landstýrið kann nær sum helst taka ta avgerð, at upp til 8,5% av kvotuni skal lutast út sum menningarkvotur. Øll kvota omanfyri 27.000 tons skal frameftir seljast á uppboðssølu. Tað vil siga, at tann kvotan, sum JFK undir verandi skipan við vissu hevur, ikki verður hægri enn uml. 9.300 tons, sum svarar til tað nøgd, sum Gadus klárar at fiska.

Nevndin sigur, at tað ber til at keypa kvotu at uppboðssølu, og felagið hevur hepnast at keypa kvotu í 2018, men nevndin metir ikki, at tað er ein nøktandi skipan at keypa kvotu á uppboðssølu - í hvussu so er ikki at eiga skip og hava manning tøka til at fiska kvotu, sum tað møguliga eydnast at keypa.

- Tað er rætt, at kvotan fyrr hevur verið lægri enn nú, og at JFK tá hevur havt tvey skip at fiska, men munurin í mun til nú var, at felagið visti, at um kvotan aftur hækkaði, fekk felagið sín part. Hetta er ikki galdandi eftir at fiskivinnunýskipanin er samtykt. Annars kann leggjast afturat at tá vórðu aðrir møguleikar at fiska til kvotan aftur hækkaði, m.a. á Flemish Cap, ella í Irmingarhavinum.

Les alt lesarabrævið frá nevndini í JFK Samtakinum her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder