Sunnukvøldið verður konsert við tónleikabólkinum Eitil í kirkjuni við Norðskála. Talan er um fyrstu almennu konsertina í nýumvaldu kirkjuni.
Eitil er orkestur, sum spælir einamest tónleik frá New orleans. Eitil er mannaður við trimum sangarinnum, fimm blásarum, banjo og trummum.
Tey, sum syngja og spæla eru: Jensia Kjærbæk Højgaaard, Ingrid Petersen, Jóhanna Sofía Petersen, Bernhard Petersen, Atli K. Petersen, Rúni K. Mouritsen, Eirikur Skála, Ólavur Olsen, Jóhan Hentze og Oddur Hentze.
Løgini eru festlig og álvarslig, og vísa hvussu lítil munur er á stemningi til annan. Tað boðar frá longsli til vón. Soleiðis verða jarðarferðir í New Orleans skipaðar. Tey spæla sorgarlag, tá kistan verður borin, og tá kistan er komin í jørð, er huglagið framúr gott, og ættfólkini frøast, at tann deyði er komin á betri stað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald