Uttanlands

Neyðhjálpætlan fyri Gaza-geiran

USA og Ísrael eru samd um at loyve hjálparfelagsskapum inn at hjálpa sivilfólkinum

Amerikanski uttanríkisráðharrin, Anthony Blinken (t.h.), her saman við ísraelska starvsbróðrinum, Yoav Gallant (Mynd: EPA)

Amerikanski uttanríkisráðharrin, Anthony Blinken (t.h.), her saman við ísraelska starvsbróðrinum, Yoav Gallant (Mynd: EPA)

2023-10-17 07:31 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

USA og Ísrael fara at gera eina avtalu, sum skal tryggja, at neyðhjálp kann koma inn til sivilu fólkini í Gaza-geiranum, har yvir ein millión fólk flýggja undan ísraelskum álopum.

Tað segði John Kirby, ein av trygdarráðgevarunum hjá amerikanska forsetanum, Joe Biden, sambært Reuters í nátt.

- Vit vilja senda neyðhjálp gjøgnum Rafah-markaliðið, og at fólk eisini kunna sleppa út úr økinum, segði John Kirby.

Markaliðið Rafah liggur á markinum millum Gazageiran og egyptisku Sinai-hálvoynna.

Fleiri lond og felagsskapir hava sent neyðhjálp móti Gazageiranum, og stórur partur av hesi hjálp er strandað í Al-Arish, egyptisku megin markið, sum hevur verið stongt.

Amerikanski uttanríkisráðharrin, Antony Blinkum, hevur, sambært fronsku AFP tíðindastovuni, sitið á fundi saman við ísraelska forsætisráðharranum, Benjamin Natanyahu, í næstan átta tímar.

Tað er her, at avgerðin um at gera eina ætlan er komin í lag, sigur hann við AFP.

- USA og Ísrael eru vorðin samd um at gera eina ætlan, sum skal gera tað gjørligt hjá hjálparfelagsskapum at koma fram til sivilfólkið í Gaza, sigur Blinken.

Heimsheilsustovnurin WHO segði í gjár, at tað nú er vatn, ravmagn og brennievni í Gaza til eitt samdøgur afturat, áðrenn ein “verulig vanlukka” rakar.

Um hjálpin ikki kemur fram, verður uppgávan hjá læknunum í Gaza at skriva deyðsváttanir heldur enn at hjálpa, segði WHO-leiðarin fyri eystara Miðjarðarhav, Ahmed Al-Mandhari.

Minst 1.400 fólk hava latið lív í Ísrael, meðan talið av deyðum palestinarum er 2.700 síðan Hamas-felagsskapurin óvæntað byrjaði at skjóta móti Ísreal 7. oktober, siga almennu tølini. Tølini eru ikki váttað av óheftum keldum, skrivar Ritzau.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder