Kyrrahavslandið Tonga er - líka til í gjár - sloppið undan heimsumfatandi koronasmittuni. Men í gjár vórðu tveir tilburðir staðfestir í oyggjalandinum, og í dag tríggir afturat.
Í morgun okkara tíð gjørdist landsins stjórn av at steingja alt virksemið í landinum niður í 48 tímar, skrivar dr.dk.
Helst er smittan komin við neyðhjálpini, ið er komin eftir at polynesiska landið um miðjan januar varð rakt av ógvusligari náttúruvanlukku.
Eitt eldgos á havsins botni, kallað Hunga Tonga-Hunga Ha’apai, nakað frá landi, hevði oyðileggjandi flóðaldur við sær umframt at allar oyggjarnar nærhendis vóru undir í øsku.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald