2018-12-15 17:22
Í morgun klokkan 6.37 fekk løgreglan boð um, at ein 52 ára gomul kvinna var neyðtikin á einum bústaði í Havn í nátt. Tað skrivar løgreglan á heimasíðu sína.
Løgreglan hevur avhoyrt kvinnuna og fleiri vitni, og kvinnan varð kannað av lækna.
Klokkan 10.05 handtók løgreglan ein 60 ára gamlan mann, og skuldsetti hann fyri neyðtøkuna.
Maðurin var framstillaður í grundlógaravhoyring klokkan tvey seinnapartin, og verður hann varðhaldsfongslaður í fýra vikur, so hann ikki kann ávirka vitnir og harvið forða kanningararbeiðnum hjá løgregluni.
Fleiri avhoyringar skulu gerast í málinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald