Neystini undir Bakka skulu framyvir brúkast til frítíðar- og ítróttarvirksemi hjá áhugafeløgum. Tað samtykti Tórshavnar býráð í kvøld.
Kommunan hevur havt leigusáttmálar við Kajakkfelagið og Tórshavnar Froskmannafelag um tvey av neystunum, og nú málið varð samtykt í býráðnum í kvøld verða hini neystini undir Bakka eisini brúkt til frítíðar- og ítróttarvirksemi hjá áhugafeløgum.
Heðin Mortensen gjørdi vart við at ein sømilig loysn mótvegis fyrrverandi leigarunum eigur at vera funnin. Ein loysn kundi verið at bjóða teimum eitt bátapláss eitt nú.
Tróndur Sigurðsson og Annfinn Brekkstein vildu hava vissu fyri, at hetta fór at vera gjørt, men Heðin Mortensen helt fyri, at nú so nógv fólk vóru í býráðssalinum í kvøld, mátti tað kunna takast fyri fult, at ein loysn skuldi finnast í hesum málinum.
11 vóru fyri, eingin ímóti og tvær atkvøður vóru blankar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald