Innanlands

Neyvan undirtøka fyri løgfrøðiligum kynsskifti

Málið er ov illa lýst halda bæði Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2018-11-06 14:36 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Uttan undirtøku frá hvørki Javnaðarflokkinum og Tjóðveldi, er neyvan nakar møguleiki fyri, at Sonja Jógvansdóttir fær undirtøku við sínum umstrídda uppskoti um at loyva fólki, ið kenna seg vera av øðrum kyni enn tað tey eru fødd sum, at kunna skifta kyn løgfrøðiliga.

Framsøgufólkini hjá bæði Javnaðarflokkinum og Tjóðveldi søgdu seg vilja taka málið í álvara, men kundu ikki taka undir við tí, sum tað fyriliggur.

Helena Dam á Neystabø, framsøgukvinna fyri Javnaðarflokkin, lýsti málið at vera nógv størri og álvarsligari, enn at tað kundi loysast við at broyta eina paragraff í løgtingslógini um landsfólkayvirlit, eins og Sonja Jógvansdóttir hevur skotið upp.

Málið krevur eina drúgvari tilgongd, har fleiri síður av málinum verða tikin upp til viðgerðar, segði Helena Dam á Neystabø, sum lýsti trupulleikan ein kynstrupulleika, ið skal takast í álvara, heldur enn at lýsa tað sum seksuellan trupulleika, sum fleiri hava lyndi at gera.

Ingolf Olsen, framsøgumaður fyri Tjóðveldi, segði seg – eins og Helena Dam á Neystabø – hava samhuga við teimum fólkum, ið eru rakt av hesum trupulleika, og lovaði at taka málið í stórum álvara. Men eisini hann meinti, at málið ikki kann loysast við at broyta eitt p-tal.

Út frá teimum fyrispurningum, sum longu eru settir teimum báðum fyrstu framsøgufólkunum, er greitt, at allir andstøðuflokkarnir eru ímóti uppskotinum hjá Sonju Jógvansdóttir.

Roknað verður við drúgvum orðaskifti í tinginum í dag. Tú kanst fylgja viðgerðini her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder