Innanlands

Niels Olsen undirvíst í harmonikuspæli í 40 ár

Fríggjadagin varð hann heiðraður fyri trúgva tænastu í sambandi við starvsfólkadagin hjá Tórshavnar Kvøldskúla

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

2023-03-06 13:52 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fríggjadagin fekk Niels Olsen heiðurstekin frá Tórshavnar kommunu fyri trúgva tænastu.

Tað fekk hann, tí hann í samfull 40 ár hevur undirvíst í harmonikuspæli á Tórshavnar Kvøldskúla. Á samkomu, sum varð hildin í sambandi við árliga starvsfólkadagin hjá Kvøldskúlanum, handaði borgarstjórin, Heðin Mortensen honum heiðurstekinið.

– Niels Olsen hevur ikki bara ríkað næmingar á Tórshavnar Kvøldskúla øll hesi árini, men allar føroyingar. Tey flestu munnu kenna Niels og harmonikuna úr Vestmonnum, kenda tónleikabólkinum úr Vestmanna. Tórshavnar kommuna ynskir Niels hjartaliga tillukku og takkar fyri trúgva tænastu og gott avrik, skrivar kommunan á heimasíðuna.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder