Innanlands

Níggu verkætlanir stuðlaðar við tilsamans góðum sjey milliónum

Verkætlanirnar fevna um mentan, samfelag, náttúra og náttúrutilfeingi, tøkni og heilsa.

Mynd: Granskingarráðið

Mynd: Granskingarráðið

2019-05-28 19:09 Author image
Ari av Rana
placeholder

Granskingarnevndin hevur á fundi 24. mai játtað stuðul til 9 nýggjar granskingarverkætlanir. Til samans eru játtaðar 7.201.044 kr. til verkætlanir á økjunum mentan, samfelag, náttúra og náttúrutilfeingi, tøkni og heilsa.

31 umsóknir vóru um stuðul og søkt varð um í alt góðar 23 mill. kr., skrivar Granskingarráðið.

Stuðul er latin 3 ph.d.-verkætlanum og 6 øðrum verkætlanum. 4 kvinnur og 5 menn eru verkætlanarleiðarar. Hesi arbeiða á stovnum og feløgum í Føroyum og í Danmark.

Umsóknirnar, sum hava fingið játtað stuðul úr Granskingargrunninum í 2019, eru:

Mentan og samfelag

Ivonna Johansen: Barndómur og kyn í Føroyum.
Ph.d.-verkætlan á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum - Játtan kr. 668.600.

Sean Douglas Vrieland: Talgild heimflyting av føroyskum handritum.
Verkætlan á Institut for Nordiske Studier og Sprogvidenskab, Københavns Universitet, í samstarvi við Føroyamálsdeildina á Fróðskaparsetrinum. – Játtan kr. 1.079.814.

Frida Poulsen: Inklusjón í føroyska fólkaskúlanum: Frá politiskari visjón til íverksetan í einum spenni millum almanna- og sernámsfrøði.
Ph.d.-verkætlan á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum - Játtan kr. 1.096.552.

Heini í Skorini: Vísindi sum ein politiskur vígvøllur: Í hvønn mun mynda mentanarlig og politisk virði okkara hugburð til vísindi?
Verkætlan á Søgu og Samfelagsdeildini á Fróðskaparsetrinum - Játtan kr. 187.607.

Tøkni, náttúra og náttúrutilfeingi

Uni Reinert Petersen: Leiðir fram móti 100% varandi orku í oyggjasamfeløgum í norði – Føroyar sum dømi.
Verkætlan á Institut for Planlægning, Aalborg Universitet – Játtan kr. 1.000.000

Tróndur Kragesteen: Forsagnarforrit fyri laksalús
Verkætlan á Fiskaaling – Játtan kr. 832.278

Toke Meier Carlsen: Nýtsla av graf C*-algebraum til at klassifisera graf-gruppoidur.
Verkætlan á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum – Játtan kr. 105.000

Heilsa

Amanda Vang: Eyðmerking av bakteriellari ójavnvág, sum orsøk til høga føroyska váðan fyri tarmbrunasjúku.
Verkætlan á Deildini fyri Heilsu og Sjúkrarøkt á Fróðskaparsetrinum – Játtan kr. 1.091.193

Annika Helgadóttir Davidsen: Arbeiðsumhvørvið hjá føroyskum løntakarum - við serligum atliti at sálarliga arbeiðsumhvørvinum hjá ungum.
Verkætlan á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu – Játtan kr. 1.140.000

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder