placeholder
Uttanlands

Niklas Bendtner kann fáa upp til 4,5 ár í fongsli

Kendi danski fótbóltsleikarin er í rættinum í dag ákærdur fyri harðskap móti hýruvognsførara

2018-11-02 10:46 Author image
Ari av Rana
placeholder

Kendi danski fótbóltsleikarin, Niklas Bendtner, er í løtuni í Københavns Byret, har hann verður ákærdur fyri harðskap móti hýruvognsførara. Hendingin fór fram um náttina 9. september 2018.

Eftir at verða koyrdir í hýruvogninum fóru Niklas Bendtner og unnusta hansara Philine Roepstorff úr hýruvogninum. Eftir at verða farin úr hýruvogninum gjørdist støðan spent. Bæði Niklas Bendtner og hýruvognsførarin nokta seg sekar.

Bendtner er ákærdur fyri at hava sligið hýruvognsføraran í andlitið við knýttum neva, umframt at hava sparka hann í andlitið, meðan hesin lá niðri. Hýruvognsførarin fekk buklur og skursl í andlitið, og eitt kjálkabrot, sum mátti skurðviðgerast, skrivar TV2.

Bendtner er eisini ákærdur fyri ikki at hava goldið rokningina á 52 krónur, og fyri ikki at sita í trygdarbelti.

Hýruvognsførarin er ákærdur fyri at hava kasta ein ókendan lut eftir Bendtner og unnustuni, tí at hesi ikki vildu gjalda fyri túrin. Hann er eisini ákærdur fyri at hava tosa í telefon meðan hann koyrdi, og fyri ikki at hava siti í trygdarbelti.

Niklas Bendtner kann fáa í mesta lagi trý ára fongsulsrevsing fyri harðskap, men sigur rætturin, at hýruvognsførarin var tænastufólk, kann harðskapurin geva upp í 4,5 ára fongsulsrevsing.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder