Koronufarstóttin ávirkar eisini, hvat vit innflyta. Nøgdin av nýtsluspritti vaks 1.400 prosent frá mars til juni í ár í mun til sama tíðarskeið í fjør og innflutningsvirðið vaks 1.700 prosent, skrivar Hagstovan á heimasíðuni.
At vit hava verið nógv heima í ár, sæst eisini í hvussu nógv máling er innflutt. Nøgdin av máling vaks 20 prosent hetta sama tíðarskeiði.
Fyrra hálvár vaks innflutningurin annars 6 prosent samanborið við sama tíðarskeið í fjør. Um skip og flogfør ikki verða tald við, so er talan um vøkstur uppá 1 prosent.
Munandi meira varð innflutt av rávøru til fiskavirking fyrra hálvár í ár í mun til í fjør - góðar 230 mió. kr. í ár móti 100 mió. kr. í fjør.
Innflutningurin av tilfari til aðra framleiðslu er eisini vaksin í ár. Vøksturin er 127 mió. kr. ella 15 prosent.
Oljuinnflutningurin er hinvegin minkaður bæði í nøgd og virði. Nøgdin er minkað 20 prosent og virðið er minkað góð 40 prosent.
Tað, sum verður roknað sum beinleiðis nýtsla hjá húsarhaldunum, vaks 6%. Her er meira innflutt í flestu vørubólkum, tó er innflutningurin av klædnavørum og fótbúnaði minkaður 9 prosent. Størsti vøksturin er í innflutningi av drúgvum nýtsluvørum. Har er innflutt fyri 23 prosent meira í ár. Tað er serliga møblar, sum vit hava keypt meiri av.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald