Hóast løgreglan hevur havt úr at gera aftur hesa ólavsøkuna, so kallar vaktleiðarin tað fyri eina friðarliga høgtíð á hesum sinni.
Nógv fólk vóru í býnum í nátt, og eisini nógv full fólk.
- Vit fáa ómetaliga góða hjálp frá samarittunum, sum taka sær av teimum fullu fólkunum. Geva teimum vatn, sita hjá teimum eina løtu, og í fleiri førum hjálpa teimum at fáa fatur á einum bili at koyra tey til hús, upplýsir vaktleiðarin hjá løgregluni.
Við hesi hjálpini slapp løgreglan so eisini undan at koyra nakran í klivarnar í Klaksvík hesa ólavsøkuna.
Ein varð tikin fyri at koyra við kenning í nátt. Talan var um ein ungan knallertførara, sum varð tikin, tá klokkan var farin nakað av midnátt. Førarin varð fluttur á Landssjúkrahúsið fyri at kanna blóðið, og tað kemur tað helst eitt rúsdrekkakoyringsmál burturúr, sigur vaktleiðarin.
Tá klokkan nærkaðist hálvgun fimm í morgun vóru boð eftir løgregluni í sambandi við rok í Klubbagarðinum, har nakrir ungdómar vóru farnir til hendurs.
- Tað mesta var yvirstaðið, tá okkara fólk komu á staðið, men tey komu fram á ein persón, ið var komin so mikið illa fyri, at viðkomandi varð koyrdur á skaðastovuna til kanningar. Løgreglufólkini fara seinni í dag at kanna nærri hvat tað var, sum hendi. Vit hava nøvnini á eini seks vitnum til hendingina, sum vit skulu tosa við í dag fyri at stykkja eina mynd saman yvir, hvat tað var, sum hendi.
Seinni í morgun vóru aftur boð eftir løgregluni at koma í Klubbagarðin, men tá patrúljan kom fram, var alt yvirstaðið. Somuleiðis eisini, tá boðað varð frá, at nøkur ungfólk høvdu frægd av at klintra upp í flaggstengurnar í miðbýnum – tá politiið kom fram, var einki at síggja.
Til vanliga arbeiðstíð í morgun vóru framvegis nógv fólk eftir í býnum – fólk høvdu ongan hug at fara heim í góðveðrinum.
Samanumtikið, sigur vaktleiðarin hjá løgregluni, at ólavsøkan í ár hevur verið merkt av nógvum fráboðanum, serliga um full fólk, men tó ikki meira, enn at tað kortini hevur verið ein friðarlig ólavsøka.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald