- Tað eru nógv fólk, sum hava bjóðað mær eina sofu, men tað er ikki eitt heim, og vit hava brúk fyri at hava eitt heim.
Soleiðis greiddi 52 ára gamla Sólmai Danielsen, einlig mamma at tveimum børnum, frá í Degi & viku í kvøld. Hon hevur í dag siti í løgtinginum fyri at vera sjónlig. Hon er vorðin heimleys í Føroyum.
- Tað er obehagiligt, at vera í fokus og øll kenna navnið hjá mær. Man følir seg naknan. Men onkur má gera tað.
Sólmai Danielsen og børnini fáa tó tak yvir høvdið í kvøld.
- Vit eru bjóðaði at vera hjá einari familju, sum eg ongantíð havi verið hjá. So eg veit ikki hvat vit koma inn til. Men vit eru sloppin øll at vera saman, sigur Sólmai Danielsen.
Í innslagnum í Degi & viku greiðir hon frá, at hon ikki er einsamøll um at vera heimleys.
- Trupulleikin blívur kanska meira ósjónligur við at folk sleppa at “sofakrassja”, sigur hon.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald