Innanlands

Nógv hevur verið arbeitt uppá brunnarnar í tunnlinum

Farnu viku var minni sprongt enn vanligt, meðan nógv var arbeitt við vegi og pumpubrunnum

Mynd: Ólavur Frederiksen

Mynd: Ólavur Frederiksen

2018-12-03 12:19 Author image
Ari av Rana
placeholder

Í alt vóru sprongdir 105 metrar í seinastu viku. Sprongt er minni hesa vikuna samanborið við síðstu viku. Orsøkin er, at enn eitt strekki av vegi er gjørt í tunlinum á Hvítanesi, umframt at lekar eru tettir á báðum síðum av tunlinum.

Eitt umfatandi arbeiði at gera pumpubrunnarnar lidnar er eisini í gongd í løtuni. Í tunlinum verða fimm brunnar har vatn, sum lekur inn í tunnilin verður samla í, áðrenn tað verður pumpa út. Orsøkin til, at tað eru fimm brunnar, er fyri at samla vatni ávegis, áðrenn tað rennur heilt niður á botn í tunlinum, sum er á -189 metrum har hann er lægst. Hetta fyri at spara orku. Ein brunnur er niðast í tunlinum, síðan eru tveir brunnar fyri hvørjar 80 metrar upp á hvørjari síðu. Er ólag á at pumpa vatnið út á tí eini síðuni, ber til at pumpa tað út hinumegin. Brunnarnir eru innrættaðir soleiðis, at vatn, frá tá tunlarnir verða vaskaðir, fer í serligar brunnar við oljuskiljara, áðrenn tað verður leitt út. Higartil eru tríggir av fimm brunnum sprongdir lidnir. Vatnið sum veður pumpa út eysturoyarmegin skal ætlandi gagnnýtast av Runavíkar Kommunu til fjarhitaskipan til kommunalar bygningar skamt frá tunnilsmunnanum, skrivar P/F Eystur- og Sandoyartunlar á Facebook.

Nú eru sprongdir 8.540 metrar, av 11.250 metrum í Eysturoyartunlinum.

Á Hvítannesi vóru 35 metrar sprongdir, og í alt eru nú sprongdir 4.077 metrar frá Streymoyarlandinum. Frá rundkoyringini og ímóti Hvítanesi vóru sprongdir 29 metrar. Har eru íalt sprongdir 1.494 metrar. Og frá rundkoyringini og ímóti Rókini vóru sprongdir 41 metrar. Har eru í alt sprongdir 1.344 metrar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder