Innanlands

Nógv ymisk fiskasløg fingin á árligu yvirlitstrolingini hjá Magnusi Heinasyni

Heili 78 ymisk fiskasløg vórðu skrásett á djúpum vatni

2018-10-03 20:45 Author image
Oda Strøm
placeholder

Sum vanligt vóru nógv ymisk fiskasløg fingin á árligu yvirlitstrolingini hjá Magnusi Heinasyni á djúpum vatni - heili 78 ymisk fiskasløg vórðu skrásett. Tað skrivar Havstovan.

- Um nøgdin í kg pr. støð verður samanborin við hini árini, so er nøgdin av brosmu nærum óbroytt og nøgdin av blálongu, gulllaksi, trantkongafiski, svartkalva, stinglaksi og kubbuta langasporli nakað minni. Eins og undanfarin ár varð gýtandi gulllaksur fingin.

Orsakað av fleiri serligum umstøðum, vórðu tó einans 38 støðir tiknar av teimum 54 ætlaðu støðunum.

Les alla túrfrágreiðingina Magnusi Heinasyni her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder