Innanlands

Nógvir trupulleikar av leysum djórum

Løgreglan fekk óvanliga nógvar fráboðanir um leys djór í gjár

Eitt ross gekk á Ringvegnum í Havn í gjár (Mynd: Gullkorn2)

Eitt ross gekk á Ringvegnum í Havn í gjár (Mynd: Gullkorn2)

2018-10-29 12:02 Author image
Ari av Rana
placeholder

Ikki er óvanligt, at løgreglan fær fráboðanir um leys djór. Eitt nú er tað ofta leysir seyðir, sum verða fráboðaðir, tí at hesin kann ganga inn á øki hjá fólki ella úti á alfaravegi. Í síðstu viku var eisini eitt ferðsluóhapp á vegnum millum Sand og Skálavík, har ein bilur rendi á eitt ross.

Í gjár komu tó óvanliga nógvar fráboðanir til løgregluna um leys djór.

- Har er eitt ótal av fráboðanum um leys djór í høvuðsstaðnum. Hundar, kettur, seyð og ross, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini.

Eitt nú var enn eitt ross farið út á alfaraveg. Rossið gekk og mól á Ringvegnum við Norðurlandahúsið í Havn.

Tá løgreglan fær fráboðanir um djór, verður antin sent boð eftir fólki at fanga djórini, ella veðrur roynt at finna fram til eigaran.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder