Innanlands

Nógvur vindur í dag

Vindferðin mátar upp í 16 m/s í dag

Savnsmynd: Bjartur Vest

Savnsmynd: Bjartur Vest

2019-01-16 12:15 Author image
Ari av Rana
placeholder

Strandferðslan hevur longu boðað frá avlýsingum á farleiðunum á sjónum vegna nógvan vind, og veðurforsøgnin boðar eisini frá nógvum vindi í allan dag.

Sum dagurin gongur veksur hann í vindinum úr frískum vindi upp í hvassan vindi av útnyrðingi norðan, millum 11,5 og 16,1 m/s. Eitt vet av avfalli er gjøgnum allan dagin, millum 0,1 og 0,2 mm. Hitin millum 1 og 4 hitastig.

Tað er ikki fyrrenn á midnátt, at hann minkar frá 15,5 niður í 11,6 m/s. Gjøgnum náttina minkar hann frá frískum vindi niður í andøvsgul, 7 m/s. Ættin er norðan.

Í morgin er stilt, lot og andøvsgul av landnyrðingi, millum 1 og 7 m/s. Einki avfalla og hitin um 3 til 4 hitastig.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder