Innanlands

Nógvur vindur í dag og í morgin

Veðurforsøgnin sigur frá turrum veðri og vindi

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

2019-04-03 16:20 Author image
Ari av Rana
placeholder

Vindhart er í dag og í morgin, men eisini verður turt.

Í dag er strúkur í vindi av landnyrðingi, um 12 til 13 m/s. Einki avfall og um 5 hitastig.

Í morgin verður eitt sindur heitari, millum 6 og 7 hitastig. Hann sigur frá frískum vindi til strúkur í vindi av landnyrðingi eystan, millum 10 og 13 m/s. Á midnátt regnar eitt sindur, millum 0,1 og 0,2 mm, men annars turt.

Sí veðurforsøgnina her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder